Fimm nýggjar kommunulæknaviðtalur í Hoyvík

Fimm nýggjar kommunulæknaviðtalur í Hoyvík
Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at trupulleikin við manglandi kommunulæknaviðtalum í Havnini væntandi verður loystur
Bygningurin, sum stendur á Kirkjustræti 2, skal húsa fimm kommunulæknaviðtalum og verður væntandi klárur um eitt ár.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
20.06.2018 - 14:12

Fólkatalið í Havnini er nógv vaksið seinastu árini, og tí er bráðfeingis tørvur á fleiri kommunulæknastørvum í Tórshavnar kommunu. 

Tórshavnar kommuna boðar í tíðindaskrivi frá, at nú verður farið undir at innrætta fimm nýggjar kommunulæknaviðtalur á Kirkjustræti í Hoyvík, sum væntandi verða lidnar um eitt ár. .

Í løtuni eru høli til 13 kommunulæknaviðtalur í Havnini, men orsakað av støðugum fólkatalsvøkstri, er tørvur á fleiri. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur játtað at seta tvey kommunulæknastørv afturat, tá høli eru tøk til hetta.

Umsitingin hevur arbeitt við at finna hóskandi loysnir á bráðfeingis trupulleikanum, sum er at finna høli til nýggjan kommunulækna og at endurnýggja viðtalurnar á Frúutrøð og í Berjabrekku, sum ikki longur eru mettar tíðarhóskandi, stendur í tíðindaskrivinum. 

Umsitingin metir, at besta loysnin er at leiga ein bygning í Hoyvík, sum verður innrættaður til fimm kommunulæknaviðtalur. Bygningurin stendur í løtuni í gerð, og kommunan fær tí høvið at avgera innrættingina av bygninginum, soleiðis at hann verður vælegnaður til kommunulæknaviðtalur, umframt at ávirka, at krøv til kommunulæknaviðtalur verða uppfylt. 

Bygningurin er umleið 1250 fermetrar til støddar í tveimum hæddum við 40 parkeringsplássum. Atkomuviðurskiftini eru góð, og kommunan væntar at bygningurin verður klárur til innflyting um eitt ár.

Trivnaðarnevndin hevur mælt býráðnum til at heimila umsitingini at gera leigusáttmála við útleigaran av Kirkjustræti 2. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391