Revsitollur á amerikanskar vørur

Revsitollur á amerikanskar vørur
ES-londini fara í morgin at leggja 25 % í revsitolli á fleiri amerikanskar vørur, sigur ES-nevndin í einum tíðindaskrivi.
Frá 22. juni verður tað dýrari at keypa eitt nú bourbon úr Amerika
 
21.06.2018 - 08:17

Við hesum svarar ES USA aftur, sum hevur lagt verjutoll á stál og aluminium úr ES-londum.

- Vit vildu ikki koma í hesa støðuna. Men einvísa og órímiliga avgerðin um at leggja toll á stál og aluminium úr ES-londum hevur við sær, at vit hava ikki aðrar møguleikar, sigur Cecilia Malmstrøm, ES-nevndarlimur í handilsmálum.

Amerikansku vørurnar, sum revsitollurin rakar, eru eitt nú Harley Davidson-motorsúkklur, Levis-kovboybuksur og bourbon.

Mett verður, at amerikanskar vørur fyri 2,8 milliardir evrur, ella 21 milliardir krónur í okkara peningi, verða raktar av revistollinum.

Amerikanski tollurin á stál og aluminium úr ES er ávikavist 25 og 10 %. Hann kom í gildi 1. juni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213