Vilja hava umhvørvisloyvið á Víkum ógildað

Vilja hava umhvørvisloyvið á Víkum ógildað
Føroya náttúru- og umhvørvisfelag vil hava Heilsmálaráðið at ógilda umhvørvisloyvið hjá Luna, til Yvirfriðingarnevndin hevur tikið støðu til málið
 
09.07.2018 - 13:26

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag vil hava Heilsu- og innlendismálaráðið at ógilda umhvørvisloyvið hjá Luna, at gera royndir at ala á Víkum, til Yvirfriðingarnevndin hevur tikið støðu til spurningin.

Felagið skipaði fyri mótmælisgongu á Víkar í gjár, og yvir 200 fólk vóru við. Tað vísir stóra áhugan fyri økinum á Víkum, sigur Martin á Fløghamri, nevndarlimur í FNU.

- Tað er neyðugt at friða eitt slíkt øki, sum er so serstakt - ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum, sigur Martin á Fløghamri millum annað. 

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag savnaði í vetur undirskriftir fyri at friða økið á Víkum, og 1500 undirskriftir vórðu handaðar myndugleikunum.

FNU fer nú at arbeiða víðari við málinum.

- Vit hava kært til Heilsu- og innlendismálaráðið, og vit hava biðið umhvørvisstovuna um at steðga hesi royndini at ala á Víkum, sigur Martin á Fløghamri, sum leggur afturat, at enn hevur felagið einki svar fingið upp á kærurnar.

Á Umhvørvisstovuni verður upplýst, at Umhvørvisstovan ikki viðger kæruna frá FNU um umhvørvisgóðkenningina, tí málið er kært til Heilsu- og innlendismálaráðið.

Í Heilsu- og innlendismálaráðnum verður upplýst, at har verður kæran viðgjørd, og at ein niðurstøða verður gjørd fyri Ólavsøku

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815