Amerikanarar í øðini um Trump

Amerikanarar í øðini um Trump
Bæði republikanarar og demokratar í USA eru í øðini inn á Donald Trump, forseta, tí hann vardi russiska forsetan eftir toppfundin í Helsinki í gjár
 
17.07.2018 - 08:07

Bæði republikanarar og demokratar í USA eru í øðini inn á Donald Trump, forseta, tí hann vardi russiska forsetan, Vladimir Putin, sum á toppfundinum í Helsinki í gjár og vísti aftur, at Russland legði seg út í amerikanska forsetavalið í 2016.

Á tíðindafundinum eftir toppfundin segði Putin, at russiska stjórnin hevur ongantíð, og fer ongantíð, at leggja seg út í innanhýsis amerikansk viðurskifti, heldur ikki amerikanska valið. 

- Putin sigur, at tað var ikki Russland, og eg haldi onga grund vera fyri, at Russland var uppi í hesum, segði Donald Trump á tíðindafundinum.

Formaðurin hjá republikanska flokkinum í kongressini, Paul Ryan, sigur, at tað er eingin ivi um, at Russland legði seg út í amerikanska valið í 2016, og Donald Trump "noyðist at skilja, at Russland er ikki okkara sameindi."

Republikanski senatorurin, Jeff Flake, sum leingi hevur funnist at amerikanska forsetanum, sigur, at Trump hevur borið seg skammiliga at. 

- Eg væntaði ongantíð at uppliva tann dag, at okkara forseti fór at standa á pallinum saman við russiska forsetanum og geva USA skyldina fyri russiska ágangin. Hetta er skammiligt, skrivar Jeff Flake á Twitter.

Eisini fyrrverandi republikanska forsetavalevnið, John McCain, finst at Donald Trump.

- Eingin amerikanskur forseti hevur fyrr latið seg niðrað av einum bølmenni. Trump tosaði ikki bara ósatt um mótstøðumann sín. Hann fór eisini skeivur, tá tað ráddi um at verja tað, sum ger okkum til eitt lýðveldi við frælsum fólkum, sigur John McCain.

Fáar dagar fyri toppfundin í gjár, ákærdi amerikanska løgmálaráðið 12 russiskar fregnartænastuagentar fyri telduálop og fyri at royna at ávirka amerikanska forsetavalið.

Tað fekk fleiri demokratiskar og eisini onkrar republikanska kongresslimir at heita á Trump um at avlýsa fundin við Vladimir Putin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493