Skógareldar í Svøríki

Skógareldar í Svøríki
Herviligir skógareldar herja í Svøríki, og eldur er í einum 80 støðum kring Svøríki, sigur svenska SVT.
Mynd: Scanpix  
 
17.07.2018 - 13:23

Herviligir skógareldar herja í Svøríki, og eldur er í einum 80 støðum kring Svøríki, sigur svenska SVT.

Tyrlur royna at basa eldunum, men trupult er hjá teimum at sleppa nær eldinum. Bjargingarliðini hava heitt á svenskarar, sum eru tætt við eldin, at sleppa sær burtur. 

Svensku myndugleikararnir heita eisini á sjálvboðin við góðari heilsu um at koma og hjálpa. Tað er fyrst og fremst til eldin Pålgård í Ragunda kommununi, har biðið verður um eini 20 sjálvboðin koma at hjálpa, sigur SVT.

Eisini hava svensku myndugleikarnir biðið um hjálp frá ES, og sambært DR.dk koma eldsløkkingarflogfør úr Italia seinnapartin at hjálpa. 

Norskar tyrlur hjálpa frammanundan svensku myndugleikunum at basa skógareldinum. 

Summir eldar væntast at herja á í øllum førum í tríggjar dagar afturat, og støðan er sera hættislig. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846