Gíslarænari handtikin

Gíslarænari handtikin
Vápnaði maðurin, sum í gjár fór inn í eina sølumiðstøð í Los Angeles, og tók fleiri fólk til gísla, eru nú handtikin
Eric Garcetti, borgarstjóri í Los Angeles
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
22.07.2018 - 15:02

Tað upplýsir amerikanska løgreglan sambært TV 2. 

Eric Garcetti, sum er borgarstjóri í Los Angeles, upplýsir sambært tíðindastovuni AP, at ein kvinna varð dripin í sølumiðstøðini í gjár. Eisini sigur hann, at ein maðurin er særdur. 

18 sjúkrabilar vóru sendir á staðið og 100 sløkkiliðfólk og løgreglufólk. 

Tað byrjaði í gjár klokkan 13.30 lokala tíð, tá maðurin fyrst skal hava skotið ommu sína og unnu sína, sum búðu í syðra parti av Los Angeles. Eftir hetta flýddi hann avstað í bili við løgregluni í hølunum á sær.

Hann fór síðani inn í sølumiðstøðina, har hann tók nøkur viðskiftafólk til gísla. Løgreglan, sum elti hann, kringsetti bygningin, og maðurin varð síðani handtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086