Flestu línuskip høvdu rakstrarhall í fjør

Flestu línuskip høvdu rakstrarhall í fjør
Hóast tað gongst hampiliga væl hjá onkrum línuskipi, høvdu nógv tey flestu stórt hall í rakstrinum í fjør.
Betri prísir og fíggjarinntøkur hjá onkrum skipi gjørdi, at raksturin hjá línuskipunum var betri í 2017, enn hann var í 2016.
Mynd: Mynd: Jan Erik Simonsen  
 
23.07.2018 - 15:16

Ráðgevaraparturin hjá grannskoðanarvirkinum NUMO hevur aftur í ár greinað línuflotan, tað eru línuskipini yvir 110 tons.

Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, sigur NUMO, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvi, sum hóska til hendan fiskiskapin á øllum teimum økjum, sum landið hevur ræðið á fiskirættindum. 

Skulu línuskipini noyðast at útvega sær veiðirættindi á uppboðssølu, eru tey, sum eru á ísfiskaveiðu, ikki fíggjarliga væl fyri at standa seg í kappingini, sigur NUMO. Frystilínuskipini eru betur fyri.

Betri prísir og fíggjarinntøkur hjá onkrum skipi gjørdi, at raksturin hjá línuskipunum var betri í 2017, enn hann var í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025