0,2 skinn í part

0,2 skinn í part
Tey, sum vóru í grind í Havn í gjár, fingu 0,2 skinn í part. Grindin, sum varð býtt í drápspartar, var 51 hval, sum tilsaman vóru 343,5 skinn.
Mynd: Birita Mortansdóttir  
 
25.07.2018 - 09:50

Grindin, sum varð býtt í drápspartar, var 51 hval, sum tilsaman vóru 343,5 skinn.

Tá tað var farið av, sum skuldi til hjálparfólk, sýslumannin, grindaformenn, Tórshavnar Havn, ellisheim og annað, vóru 184 skinn at býta millum tey 743, ið høvduð boðað frá, at tey høvdu tikið lut í drápinum. Tey fingu so 0,2 skinn í part, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Eitt skinn er 25 kilo av spiki og 50 kilo av tvøsti.  Tað vil siga, at tey hava fingið 5 kilo av spiki og 10 kilo av tvøsti í drápsparti.

Sambært grindareglugerðini, so fær bátur, sum finnur grind og fylgir henni til grindaboð eru givin, og til aðrir bátar koma til grindina, finningarfiskin.

Síggja fleiri grind í senn, verður finningarfiskurin býttur teirra millum.

Fyri vaktarhald verður um dagin latið 1/2 skinn til hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1/2 skinn til hvønn mannin, og fyri vaktarhald um náttina 1 skinn til hvønn.

Metingarfólk fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars eftir meting sýslumansins.

Sýslumaðurin fær 2% av samlaða skinnatalinum.

Grindaformenninir fáa hvør 1% av samlaða skinnatalinum.

Skaðasýnisfólk fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars eftir meting sýslumansins.

Sýslumaðurin letur skiftishjálparfólkum og uppnevndum hjálparfólkum samsýning eftir arbeiði og ábyrgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761