Berjast enn móti skógareldunum í Kalifornia

Berjast enn móti skógareldunum í Kalifornia
Ógvusligu eldarnir, sum hava herjað í Kalifornia í USA síðani 27. juli, eru størstu eldarnir í søguni hjá Kalifornia.
Ein maður roynir at bjarga húsi sínum frá skógareldinum.
Mynd: Scanpix  
 
07.08.2018 - 13:31

Mendocino Complex rópa myndugleikarnir eldarnar - teir eru tveir, Ranch Fire og River Fire. 

Eldarnir eru norðan fyri San Francisco, tætt at hvørjum øðrum. 75 hús eru brend í grund, og fleiri túsund bygningar eru í vanda.

Hóast umfatandi hava eldarnir ikki oyðilagt á sama hátt sum aðrir eldar, og sambært CNN hevur eingin latið lív í Mendocino Complex-eldunum.

Samanlagt herja 16 skógareldar í Kalifornia. Ein teirra, Carr-eldurin, hevur kravt sjey mannalív, síðani eldurin kyknaði tann 23. juli.

14.000 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa bilbukt við mongu eldunum. Talsmaðurin fyri sløkkiliðið í Kalifornia, Scott McLean sigur seg ikki minnast, at so nógv sløkkiliðsfólk hava verið til arbeiðis.

Sambært serfrøðingum er tað heita veðrið og veðurlagsbroytingar, ið eru millum orsøkirnar til mongu skógareldarnar. Tað skrivar AP-tiðindastovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858