Sviar í hernað móti skógareldum

Sviar í hernað móti skógareldum
Nógvir skógareldar hava gjørt um seg í Svøríki í summar, og tað logar enn í støðum.
 
07.08.2018 - 15:42

Svenska stjórnin boðar tí frá øktari tilbúgving á økinum næstu árini.

- Tað snýr seg um meira útgerð, tað snýr seg um at økja útbúgvarstigið hjá brandmonnum, og tað snýr seg um at styrkja luftbornu eldsløkkingina, sigur Morgan Johansson, sum er innanríkis- og løgmálaráðharri í Svøríki, sambært svenska sjónvarpinum, SVT.

Hann helt tíðindafund um málið fyrr í dag.

Svenska stjórnin hevur gjørt tvær niðurstøður eftir mongu skógareldarnar í summar. Stríðið móti veðurlagsbroytingunum má herðast, og so skal alt økið við eldsløkking styrkjast.

Sambært svensku stjórnin brunnu 25.000 hektarar av skógi eftir 14 døgum. Tað eru 250 ferkilometrar. Samstundis uppliva sviar heitasta summarið í 260 ár.

Hetta hevur viðført størstu avbjóðingina hjá svensku bjargartænastuni nakrantíð, sigur svenska stjórnin, sum samstundis knýtir hetta at veðurlagspolitikkinum.

- Vit mugu berjast fyri at minka útlátið. Hetta snýr seg rætt og slætt um at bjarga mannaættini, sigur Morgan Johansson, innanríkis- og løgmálaráðharri í Svøríki.

Sviar skulu á ríkisdagsval um ein mánað, og líkt er til, at veðurlagspolitikkur er settur á breddan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858