Ótolnast eftir menningarkvotunum

Ótolnast eftir menningarkvotunum
Tað hevur ljóðað síðstu dagarnar, at menningarkvoturnar verða útlutaðar í hesi vikuni, og nú spyr Bjørn Kalsø, hvat verður av menningarkvotunum.
 
08.08.2018 - 08:26

Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setti í gjár landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein skrivligan fyrispurning í løgtinginum.

Í nýggju lógini um sjófeingi er heimild givin landsstýrismanninum at luta út 8,5 % av fiskinum, ið kann fiskast av føroyingum, í menningarkvotum.

Bjørn Kalsø spyr millum annað Høgna Hoydal, nær landsstýrismaðurin fekk tilmælið um menningarkvotur frá tilmælisnevndini. Hann spyr somuleiðis, nær roknast kann við, at menningarkvoturnar verða tillutaðar.

Bjørn Kalsø sigur, at undir viðgerðini av lógini í løgtinginum greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann í eini handavend, eftir tilmæli frá serfrøðingabólki, fór at tilluta menningarkvoturnar. Men nú væl er liðið á árið, og tilmælið er latið frá serfrøðingabólki fyri tíð síðan, eru ongar menningarkvotur lætnar.

Bjørn Kalsø spyr eisini, hvørji tilmælini eru frá nevndini, býtt á feløg, fiskasløg, nøgd og økir, og um landsstýrismaðurin fer at fylgja teimum neyvt. Hann vil eisini hava at vita, um nýggir aktørar í fiskivinnuni eru millum teirra, ið fara at fáa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053