Vágs kommuna størri inntøku enn væntað

Vágs kommuna størri inntøku enn væntað
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru seks milliónir krónur størri í fjør enn mett í fíggjarætlanini fyri 2017.
 
08.08.2018 - 12:01

Býráðið í Vági viðgjørdi og samtykti roknskapin fyri 2017 á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í fjør vóru 63,9 milliónur krónur. Í fíggjarætlanini fyri 2017 varð mett, at inntøkurnar hjá kommununi vóru smáar 58 milliónir krónur.

Raksturin hjá Vágs kommunu kostaði 51,8 milliónir í fjør, sum eru 800.000 krónur minni enn í 2016.

Í fjør var avlopið hjá kommununi 700.000 krónur.

Vágs kommuna gjørdi íløgur fyri slakar 8 milliónir krónur í 2017.

Í 2017 vóru útreiðslurnar hjá Vágs kommunu til eldrarøkið í Suðuroynni 14,9 milliónir krónir.

Við árslok 2017 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 33,8 milliónir krónur, 0,73 álíkning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847