Tjaldbúgvar bjargaðir undan vatnflóð í Fraklandi

Tjaldbúgvar bjargaðir undan vatnflóð í Fraklandi
Fleiri hundrað kampistar í Fraklandi eru bjargaðir undan øktari vatnstøðu, og enn fleiri eru flutt burtur úr raktu umhvørvunum.
 
10.08.2018 - 11:07

Tað hevur regnað øgiligt í fleiri pørtum í suðurfraklandi, og tað hevur økt vatnstøðuna í áunum kring mong kampingøki.

1.600 fólk í Fraklandi eru flutt burtur undan vatnflóð. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag. Talan er í høvuðsheitum um fólk í tjaldi og kampingvognum. 

Fleiri bjargingarlið við tyrlum hava bjargað fólkum, sum eitt nú hava lagt tjald ella stilla kampingvognin í raktu økjunum. Tað skrivar DR.dk.

Tað hevur verið sera heitt í norðarapartinum av landspartinum Gard í Fraklandi í fleiri dagar, og í gjár fór so at regna. Og tað fór at regna øiligt, og tað elvdi til stóra vatnflóð. 

Tað var serliga við áirnar Ceze og L'Ardeche, at vatnflóð var. Og tí vórðu boð send eftir tyrlum at bjarga teimum mongu fólkunum í tjaldi og í kampingvonum. 

Thierry Dousset, sum er embætisfólk í landspartinum, sigur við franska blaðið BFM-TV, at fleiri fólk eru flogin úr kampingøkjunum í tyrlum, og sambært tíðindastovuni er ein 70-ára gamal maður úr Týsklandi saknaður. Maðurin var eftir øllum at døma í sínum kampingvogni, tá vatnflóðin byrjaði at gera um seg. 

Í einum býi beint við vórðu 119 børn flutt burtur til eitt trygdarrúm, og sambært BBC.com standa 17.000 hús uttan streym vegna vatnflóðini.

Tað er enn trupult at koma fram til øll tey, ið tørva hjálp, tí fleiri vegir eru sperraðir orsakað av vatnflóðini. Og júst tí eru fleiri tyrlur nýttar í bjargingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858