Bretska stjórnin tekur ræði á privatum fongsli

Bretska stjórnin tekur ræði á privatum fongsli
Ein kanning hevur víst, at harðligir fangar í roynd og veru hava havt ræði á starvsfólkunum í privata fongslingum. Nú tekur stjórnin yvir.
Bretska stjórnin tekur nú ræði á privata fongslinum, HMP Birmingham.
 
20.08.2018 - 11:13

Bretska stjórnin tekur um stýrisvølin á einum av ringastu privatu fongslunum í Onglandi, eftir at ein kanning hevur staðfest, at harðligir fangar í roynd og veru hava havt ræði, heldur enn starvsfólkini.

Í Onglandi verða 14 fongsul rikin á privatum grundarlagi, og millum tey er áðurnevnda fongslið, sum eitur HMP Birmingham.

The Telegraph skrivar, at kanningin av viðurskiftunum millum annað vísir, at "óttafull" starvsfólk læsa seg inni á skrivstovunum av ræðslu fyri fangum. Privata felagið, sum rekur fongslið, eitur G4S, og tey hava fingið boð um, at stjórnin yvirtekur raksturin upp í 12 mánaðir, og at nýggj leiðsla verður sett.

Summi í bretsku stjórnini siga, at rokningina skal privata felagið og ikki skattgjaldarin rinda.

Roknað verður við, at ruðuleikin í fongslinum í Birmingham fer at elva til, at øll skipanin við privat riknum fongslum í Onglandi verður endurskoðað, skrivar Telegraph.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375