Cohen leggur Trump undir at bíleggja lógarbrot

Cohen leggur Trump undir at bíleggja lógarbrot
Michael Cohen, sum var persónligur advokatur hjá Trump, vitnaði í gjár um, at Trump gav sær boð um at bróta lógina undir forsetavalstríðnum í 2016.
Michael var í mong á persónligur advokatur hjá Donaldi Trump, forseta. Nú leggur hann forsetan undir at bíleggja lógarbrot.
 
22.08.2018 - 11:58

Michael Cohen, sum í mong ár var persónligur advokatur hjá Donald Trump, vitnaði í gjár um, at Trump gav sær boð um at bróta lógina undir forsetavalstríðnum í 2016. 

Hann nevndi ikki navnið á sitandi forsetanum beinleiðis, men advokatur hansara segði aftaná, at Cohen meinti við Donald Trump.

- Í dag segði Cohen undir vitnisábyrgd, at Donald Trump leiddi seg at fremja brotsverk við at rinda tveimum kvinnum pening við tí meginendamáli at ávirka eitt val, sigur Lanny Davis, advokatur sambært Reuters.

- Um hesi gjøld eru revsiverd fyri Michael Cohen, hví skuldu tey so ikki eisini verið revsiverd fyri Donald Trump, spurdi advokaturin.

Lógarbrotini vórðu framd við - í loyndum - at rinda pening til tvær kvinnur fyri at fáa tær at tiga um kynsligt samband við Trump, sum tær siga seg hava havt. 

Reuters skrivar, at røddin sveik fleiri ferðir, tá Michael Cohen viðgekk seg sekan í átta ákærum um lógarbrot, m.a. í skattasviki, bankasviki og brotum á lógina um valstríðspening.

Cohen kann fáa fimm ára fongsulsrevsing fyri lógarbrotini, skrivar Reuters.

Mangir amerikanskir løgfrøðingar siga, at ein sitandi forseti ikki kann verða skuldsettur fyri brotsverk, men at grundlógin loyvir meirlutanum í Kongressini at ákæra og seta ein forseta frá embætinum, um talan er um álvarslig lógarbrot. Men í løtuni hevur flokkurin hjá Donald Trump, republikanararnir, meirlutan har.

Ákærurnar frá Michael Cohen økja trýstið, sum er á Donald Trump, áðrenn valið nú í november, har demokratarnir stríðast fyri at endurvinna meirilutan bæði í Umboðsmannatinginum og Senatinum, skrivar Reuters.

Rudy Giulliani, sum er advokatur hjá amerikanska forsetanum, gevur Michael Cohen av grovfílini og kallar hann eina "lítla óreiðiliga rottu", sum er kendur fyri at lúgva.

- Eg haldi, at forsetin er fullkomiliga ósekur. Cohen-málið er liðugt, sigur Rudy Giulliani við Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858