Hava hoyrt frá fólki um illgrunasama málið

Hava hoyrt frá fólki um illgrunasama málið
Nøkur fólk hava vent sær til politiið við upplýsingum um 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, sum druknaði í Hvannasundi í november 2012.
Í september 2013 var líkið hjá gentuni grivið upp aftur. Rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í 2013 kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin í november í 2012.
 
22.08.2018 - 13:06

Teirra millum eru nøkur, sum politiið ikki hevur tosað við fyrr um hetta mál. Men nøkur eru eisini, sum politiið hevur tosað við fyrr.

Enn er tó einki avgerandi nýtt um málið, ikki, sum politiið vil upplýsa um.

Politiið boðaði fyri einari viku síðani frá, at málið um illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen verður tikið upp aftur.

Politiið heitir á fólk um at venda sær til politiið á telefon 114, um tey halda seg vita okkurt um málið. Áheitanin er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum. 

Politiið skrásetir øll, sum ringja inn um málið og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt, stóð í fráboðanini frá politinum, sum hevði hendan boðskapin til fólk:

- Sjálvt um vitanin, tú situr inni við, kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið.

Maria Fuglø Christiansen varð funnin deyð við byrgingina um Hvannasund tann 21. november í 2012.

Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina tá var, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. 

Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini sigur, at tey taka málið upp aftur, tí nógvir leysir endar framhaldandi eru um hendingina í november í 2012. 

- Søgur ganga áhaldandi um hendingina, og vit vilja gjarna hava greiðu á, hvat hendi. Vit hugsa fyrst og fremst um familjuna hjá gentuni, sigur Hildur Hentze.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087