Vilja hava eyka býráðsfund

Vilja hava eyka býráðsfund
Javnaðarflokkurin á Tvøroyri vil hava eyka býráðsfund.
 
27.08.2018 - 10:12

Flokkurin vil hava Tvøroyar býráð at keypa ella leiga bygningin, har sambýlið við Sílá var.

Javnaðarflokkurin á Tvøroyri, sum hevur meirluta í býráðnum, vil hava eyka býráðsfund á Tvøroyri fyri at viðgera støðuna við eldraøkinum.

Í skrivi sigur Javnaðarflokkurin, at Búð- og Heimatænastan í Suðuroy er fíggjarliga sperd og fær ikki útreiðslurnar og endurgjaldið frá landinum til at hanga saman.

Tað er heldur ongin loynað, at tilboðini, sum Búð- og Heimatænstan í Suðuroynni bjóða heimabúgvandi eldru borgarar í syðru helvt, samanborið við norðaru helvt, ikki eru tey somu, sigur Javnaðarflokkurin.

Javnaðarflokkurin heldur, at ein loysn er at brúka eldrasambýlið við Sílá, sum er gjørt av nýggjum, eftir at tað fór í ódnini í 2011.

Tá seldu Tvøroyar Kommuna bygningin. Bygningurin er nú bygdur uppaftur, og stendur til sølu.

Í skrivinum frá Javnaðarflokkin á Tvøroyri stendur, at í 2016 varð bygningurin liðugt umvældur og Búð- og Heimatænastan í Suðuroy gjørdi avtalu við eigararnar av bygninginum um yvirtøku. 

Sambært Javnaðarflokkinum, so er fígging játtað tvær til rakstur á sambýlinum við Sílá, men onki er hent.

Javnaðarflokkurin hevur heitt á borgarstjóran á Tvøroyri um kalla inn til eyka býráðsfund beinanvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328