Ferðsluljós við Glasir

Ferðsluljós við Glasir
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin.
Ferðsluljós skulu setast upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin.
Mynd: Tórshavnar kommuna / www.torshavn.fo  
 
28.08.2018 - 15:38

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu stendur at lesa, at avgerð er tikin um at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin. Atkomuviðurskiftini við Glasir skulu viðgerast komandi hóskvøld á býráðsfundi. 

Fleiri hava lagt merki til ruðulleikan, sum hevur valdað á Marknagilsvegnum, síðani Glasir læt dyrnar upp fyri gott og væl 1.700 næmingum og lærarum. Nú ætlar Tórshavnar kommuna at bøta um ferðsluviðurskiftini við skúladepilin. 

Ætlanin er, at vegurin skal verða býttur í trý spor, umframt at ferðslulummar til bussin og súkklubreytir skulu gerast á báðum síðum. 

Sambært kommununi fer arbeiðið ikki at ávirka ferðsluna nevnivert, tí Marknagilsvegurin er longu so breiður, og umfatandi broytingar eru ikki neyðugar. 

Ítøkiliga snýr hendan viðgerðin seg um vegastrekkið millum bæði ferðsluljósini norðan fyri Glasir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025