Trump fer ikki at fylgja McCain til gravar

Trump fer ikki at fylgja McCain til gravar
Eitt av seinastu ynskjunum hjá amerikanska senatorinum, John McCain, var, at Donald Trump, forseti, ikki skuldi fylgja sær til gravar.
Hvítu húsini vundu flaggið í hálva stong leygardagin, tá deyðsboðini bórust, men í gjár veittraði tað aftur í fullari stong.
Mynd: CNN.com  
 
28.08.2018 - 15:12

Amerikanski senatorinum og fyrrverandi forsetavalevni, John McCain, doyði leygardagin, 81 ára gamal.

Eitt av seinastu ynskjunum hjá amerikanska senatorinum var, at Donald Trump, forseti, ikki skuldi fylgja sær til gravar. Tað ynskið tykist amerikanski forsetin at virða.

Funnist hevur verið at Trump, tí hann var óvanliga fáorðaður, tá deyðsboðini av McCain komu.

McCain og Trump sótu illa um sátt.

Hvítu húsini vundu flaggið í hálva stong leygardagin, tá deyðsboðini bórust, men í gjár veittraði tað aftur í fullari stong.

Ein talsmaður fyri ein av størstu krígsveteran-felagsskapunum í USA sigur, at Hvítu húsini hava ikki virðing fyri McCain, sum í mong ár var hermaður, tí flaggið var ikki hálvari stong eitt sekund longur enn neyðugt, hóast siðvenja er, at flaggað verður í hálvari stong, til jarðarferðin er av.

Eftir øllum at døma hevur Trump tikið hesar atfinningarnar til eftirtektar, tí hann hevur nú givið boð um at flagga í hálvari stong, til McCain er farin til garvar.

Starvsfólkaovastin í Hvítu húsunum, John Kelly, James Mattis, verjumálaráðharri, og John Bolton, trygdarráðgevi, fara at fylgja John McCain til gravar, og teir umboða amerikansku stjórnina.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938