Løgfrøðiligi ráðgevin hjá Trump gevst

Løgfrøðiligi ráðgevin hjá Trump gevst
Don McGahn, sum leingi hevur verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá amerikanska forsetanum, gevst.
 
30.08.2018 - 08:40

Løgfrøðiligi ráðgevin í Hvítu húsunum, Don McGahn, fer úr starvinum í heyst. Tað upplýsir Donald Trump, forseti, á Twitter.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Don McGahn hevur verið at síggja til, at konservativir dómarar fáa sessir í samveldisdómstólunum, sum nú eru tøkir.

Hann er kortini betur kendur fyri at hava vera bindilið millum umsitingina hjá Trump og tey, sum kanna sambandið við Russland upp undir forsetavalið í fyrraárið.

McGahn hjálpti Trump í valstríðnum, og hann hevur eisini verið avhoyrdur í kanningini, sum serligi ákærin, Robert Mueller, stendur á odda fyri.

Amerikanski miðlar skrivar, at McGahn hevur verið eitt lyklavitni í málinum.

New York Times skrivar, at Trump og McGahn hava ikki altíð sitið so væl um sátt í Hvítu húsunum. 

Í fjør vildi forsetin hava McGahn til at koyra Robert Mueller frá. Tað vildi McGahn ikki, og hótti við at leggja frá sær.

Reuters skrivar, at Don McGahn visti einki um, at hann skal fara úr starvinum sum løgfrøðiligur ráðgevi, fyrr enn Trump kunngjørdi tað á Twitter. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815