Gera íløgur heldur at enn geva skattalætta

Gera íløgur heldur at enn geva skattalætta
Tað eru so nógvir pengar í kassanum hjá Tórshavnar kommunu, at tað kann verða trupult at brúka allar pengarnar skynsamt, heldur Búskaparráðið.
 
03.09.2018 - 23:34

Pengakassin hjá Tórshavnar kommunu veksur.

Árið í fjør var so gott, at inntøkurnar hjá kommununi vóru í alt 970 milliónir krónur – slakar 100 milliónir krónur meira, enn kommunan hevði lagt upp fyri í fíggjarætlanini.

- Tað er eingin loyna, at tað hevur hilnast ómetaliga væl í nógv ár, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Tórshavnar kommunan sýnist at vera í serstøðu, heldur Búskaparráðið, sum legði heystfrágreiðingina fram í dag.

Tað renna nú so nógvir pengar í kassan, at kommunan kann fáa trupult við at brúka allar pengarnar skynsamt.

Eiga at umhugsa skattalætta

Og heldur enn at brúka pengarnar, kundi býráðið í Havn lækkað skattaprosentið, heldur Búskaparráðið.

Men tað ætlar borgarstjórin ikki. Pengarnir skulu brúkast til útbyggingar. Eitt nýtt røktarheim skal byggjast, ein nýggjur dagsstovnur skal byggjast, íløgur skulu gerast á ítróttaøkinum og vegakervið skal dagførast.

- Tað er neyðugt at fáa tað í rættlag, sigur borgarstjórin.

Men sjálvt um stórar íløgur skulu gerast, so eigur kommunan so nógvar pengar, at tað er pláss fyri einum skattalætta, heldur Bússkaparráðið.

- Ja, tað sigur Búskaparráðið, men eg veit ikki, um tey hava hugt at teimum útbyggingum, sum standa fyri framman. Og tað er neyðugt at fáa tað framt, sigur Annika Olsen.

Fólkatalið í høvuðsstaðnum veksur skjótt. 1500 fólk eru komin afturat seinastu fimm árini. Bara í fjør fluttu 76 børn undir skúlaaldur í kommununa.

- Tað er ein heilur nýggjur dagsstovnur, og tað var bara árið í fjør. Sjálvt um tað gongur væl í kommununi, og inntøkurnar vaksa, so krevur tað eisini stórar útbyggingar, vísir borgarstjórin á.

Kunnu ikki leggja til síðis

Kommunurnar í Føroyum hava ikki heimild at leggja pengar til síðis. Teimum er álagt at brúka skattapengarnar, sum koma inn.

Tað er fyri, at kommunurnar ikki taka fleiri pengar inn enn neyðugt.

Og tá inntøkurnar hjá einari kommunu eru so stórar, sum tær eru í høvuðsstaðnum nú, kann raðfestingin av kommunalum íløgum gerast tilvildarlig, heldur Búskaparráðið.

Tað skal Búskaparráðið ikki óttast, sigur borgarstjórin.

- Eingin íløga, sum kommunan fer í holt við, er tilvildarlig. Tað eru veruliga neyðugar íløgur, sigur hon.

Borgarstjórin í Havn vil heldur fáa heimild at leggja pengar til síðis.

Men hon vil ikki siga, hvussu nógvar pengar, hon hevði viljað lagt til síðis, hevði hon møguleikan.

- Kommunan skal gera nógvar íløgur nú. Tað eru íløgur, sum ikki kunnu bíða, so vit høvdu ikki kunnað lagt stórvegis av pengum til síðis, sigur hon.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu er 19 prosent.

Bara Fugloyar kommuna, Kunoyar kommuna, Eiðis kommuna og Skúvoyar kommuna hava lægri skattaprosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808