Seyðaskinn skulu latast góðkendum móttakara

Seyðaskinn skulu latast góðkendum móttakara
Skulu seyðaskinn útflytast, skal móttakarin verða góðkendur.
 
18.09.2018 - 10:09

Seyðaskinn, sum skulu útflytast, skulu latast góðkendum móttakara.
Í løtuni er bara ein góðkendur móttakari í Føroyum, Sp/F Oikos, sigur Heilsufrøðiliga starvsstova.
Oikos hevur skipaðar móttøkur kring landið. 
Seyðaskinn, sum skulu útflytast, skulu latast beinleiðis til hesar móttøkur. 
Tryggjast skal tó, at bland ikki kemur í skinnini frá kannaðum og ikki kannaðum seyði. 
Ein eigara- og djóralæknaváttan skal útfyllast fyri allan seyðin, sum skal drepast, og skinnini skulu flytast út.
Skipanin er tann, at djóralækni kannar seyðin livandi, stutt áðrenn, hann verður flettur. 
Djóralæknin skal vátta, at skinnini koma frá seyði, sum ikki vísti klinisk sjúkueyðkenni fyri fletting.
Harafturat skal seyðaeigarin vátta ymisk viðurskifti í sambandi við skinnini, so sum, at skinnini stava frá ávísum hagaparti, fylgi ella flokki, at skinnini eru viðgjørd eftir reglum, sum Heilsufrøðilga starvsstovan hevur ásett, og, at skinnini eru goymd soleiðis, at djór ikki sleppa fram at teimum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan ger vart við, at heilsuváttanir verða ikki givnar skinnum, har djóralækni ikki hevur gjørt livandi sýn av seyðinum, og ásetingarnar í ES-kunngerðini um slíkan útflutning annars ikki eru hildnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107