Ungfólk við trupulleikum fáa nú vegleiðara

Ungfólk við trupulleikum fáa nú vegleiðara
Tórshavnar býráð og Barnabati hava nú skrivað undir avtaluna um mentorskipanina fyri ung. Royndarskipan í góð tvey ár
Ungfólk, sum hava trupulleikar, fáa nú ein ráðgeva.
 
22.09.2018 - 14:34

Tórshavnar býráð og Barnabati hava nú skrivað undir avtaluna um mentorskipan fyri ung.

Ein mentor er ein ráðgevi ella vegleiðari.

Samstarvsavtalan er galdandi í einum royndartíðarskeiði, sum varar til 31.desember 2020.

Yvirskipaða endamálið við mentorskipanini er at geva 12-18 ára gomlum eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð.

Skipanin er ætlað fólkum, sum hava ymsar trupulleikar og sálarligar ampar at dragast við.

Barnabati umsitur, kommunan fíggjar

Barnabati vendi sær til kommununa um møguleikan fyri samstarvi um slíka mentorskipan. 

Barnabati fer at standa fyri mentorskipanini. 

Til tess at seta mentorskipanina til ung í verk hevur Tórshavnar kommuna játtað 250.000 kr. í ár.

Væntandi fer skipanin at kosta millum 500.000 og 600.000 kr. um árið, sum kommunan, sambært avtaluni, fíggjar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532