Tunnilsavgerðin fellur í morgin

Tunnilsavgerðin fellur í morgin
Tað er ógreitt, hvussu politiska ósemjan um Dalstunnilin og Fámjinstunnilin verður loyst, men tað kann hugsast, at ein loysn verður funnin í morgin
 
23.09.2018 - 14:30

Enn er ógreitt, hvussu politiska ósemjan um Dalstunnilin og Fámjinstunnilin verður loyst. Men landsstýrisfundur verður fyrrapartin í morgin, tá kann verða, at ein loysn verður funnin.

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur við útvarpið, at hann ikki hevur givið Landsverki boð um, at Dalstunnilin skal borast fyrst. Og hann vil ikki siga, um hann yvirhøvur FER at geva tey boðini.

Landsstýrismaðurin ætlaði, at Fámjinstunnilin skuldi borast fyrst, og Landsverk hevur gjørt klárt til ta boringina. Men seinast í vikuni komu kontraboð frá løgmanni og samgonguni, at tunnilin til Dals skal raðfestast fyrst.

Men av tí at tað er Henrik Old, sum eigur málsøkið, kann løgmaður ikki uttan nakað geva Landsverki boð um at broyta ætlanirnar. 

Dalstunnil meiri átrokandi

Ein frágreiðing, sum Landsverk herfyri gjørdi um tunlarnar til Dals og Fámjins, sigur, at ein tunnil til Dals er munandi meira átrokandi enn ein tunnil til Fámjins. 

Henrik Old, sum er landsstýrismaður í tunnilsmálum, hevur annars tvíhildið um, at tunnilstoymið hjá landinum skal bora Fámjinstunnilin fyrst. 

Flyta málsøkið

Spurningurin er so, hvussu ósemjan millum landsstýrismannin og løgmann verður loyst. Løgmaður kann geva Henrik Old boð um at broyta boðini til Landsverk. Noktar landssýrismaðurin at gera tað, so hevur løgmaður møguleika at taka málsøkið frá landsstýrismanninum og umsita tað sjálvur. 

Men enn er ógreitt, hvussu høvuðspersónarnir ætla at loysa tann spurningin.

Regluligur landsstýrisfundur er í morgin klokkan 9. Sum skilst stendur málið um tunlarnar ikki á skrá sum sjálvstøðugt mál, men tað er rættiliga sannlíkt, at landsstýrið fer at viðgera ósemjuna millum løgmann og landsstýrismannin í samferðslumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098