Tveir persónar handtiknir í sambandi við yvirgang

Tveir persónar handtiknir í sambandi við yvirgang
Løgreglan í Keypmannahavn og danska fregnartænastan, PET, hava í dag handtikið og skuldsett tveir menn fyri at hava viðvirkað til yvirgang í útlandi
 
26.09.2018 - 12:05

Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn í tíðindaskrivi.

- Málið snýr seg um, hvørjar lutir persónarnir hava keypt - m.a. dronur, í Danmark og sum eru sendir til islamska yvirgangsfelagsskapin, IS, í Sýria og Irak, - lutir, sum skuldu brúkast í álopum, skrivar løgreglan.

Víðari stendur í tíðindaskrivinum, at fleiri húsarannsóknir hava verið í Keypmannahavn í sambandi við málið, og málið hevur verið kannað leingi, áðrenn persónarnr vórðu handtiknir í morgun.

Yvirgangsparagrafin

Persónarnir eru skuldsettir eftir sonevndu yvirgangs-paragrafini, - sum er grein 144 stykki 1, nummar 1, í donsku revsilógini. 

Har stendur, at handilingar, eitt nú dráp, drápsroynd, harðskapur, álvarslig eldáseting og frælsistøka skulu roknast sum yvirgangur, m.a. um ætlanin er av álvara at loypa ræðslu á fólk.

Persónarnir verða grundlógaravhoyrdir fyrrapartin í morgin. 

Ákæruvaldið fer at biðja um afturlatnar hurðar, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn, tí kanningar verða framvegis gjørdar í málinum, skrivar Ritzau.

"Kallið til Islam"

Sambært DR er alan um tveir 29 ára gamlar menn, sum búgva í norð-vest-økinum í Keypmannahavn, og báðir hoyra til víðgongda islamistiska umhvørvið í Danmark.

DR skrivar, at annars maðurin hevur verið við í salafistiska bólkinum: "Kallið til Islam". 

Løgreglan hevur fyrr avhoyrt báðar menninar í sambandi við onnur mál um sýria-krígsmenn.

DR sigur tó ikki, hvagani tey hava fingið upplýsingarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107