Trý ár við seming afturat

Trý ár við seming afturat
Terje Sigurðsson og Símin Absalonsen halda fram sum semingsmenn í trý ár aftrat
Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen eru ikki lidnir við at royna seming enn
Mynd: savnsmynd  
 
04.10.2018 - 13:56

Skeiðið sum semingsmenn var úti 1. oktober, men partarnir á arbeiðsmarknaðinum mæltu til at teir hildu fram, og tað gjørdi løgmaður eisini, nú hann umsitur arbeiðsmarknaðarmál.

Terje Sigurðsson hevur verið semingsmaður seinastu 15 árini, og fer nú undir sítt sætta skeið sum semingsmaður.

Sum heild letur hann væl at tíðini higartil sum semingsmaður, hóast tað onkuntíð ikki hevur borið á mál, og nøkur verkføll hava verið. Í flestu førum hevur tað kortini eydnast semingsmonnunum at finna semju.

Teir hava kortini úr at gera frá fyrsta degi í nýggja skeiðinum, tí í gjár longdu teir sáttmálan millum Handverkarafelagið og Landsfelag handverkaranna og Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið í eina viku. Partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála.

Terje Sigurðsson sigur, at semingsmenninir alt fyri eitt fara at tosa við partarnar fyri at royna at finna eina semju.

Eitt annað mál sum semingsmenninir fara at taka støðu til, er sáttmálin fyri maskinmeistararnar sum arbeiða hjá SEV og IRF. Tann sáttmálin er farin úr gildi, uttan at nýggjur sáttmáli er gjørdur. Har er ikki verkfall lýst, men semingsmenninir fara at tosa við partarnar í næstu viku.

Annars eru eisini sáttmálar sum fóru úr gildi í fjør, ikki gjørdir, umframt onkrar sáttmálar sum fóru úr gildi nú 1. oktober, so tað kann vera, at semingsmenninir mugu royna at finna semju í øðrum ósemjum eisini, sigur Terje Sigurðsson.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286