Trump bað Kavanaugh um umbering

Trump bað Kavanaugh um umbering
Donald Trump, bað vegna alla amerikansku tjóðina nýttilnevnda hægstarættardómaranum, Brett Kavanaugh, um umbering í gjár.
Kavanaugh tikin í eið.
 
09.10.2018 - 14:26

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað vegna alla amerikansku tjóðina nýttilnevnda hægstarættardómaranum, Brett Kavanaugh, um umbering, tá hann tók ímóti Kavanaugh í Hvítu Húsunum í gjár.

- Tú hevur víst, at tú ert ósekur, og eg fari vegna alt USA at biðja teg og húski títt um umbering, segði Donhald Trump.

Áðrenn hann varð tilnevndur hægstarættardómari, varð Brett Kavanaugh lagdur undir at hava framt kynsligan ágang móti einari kvinnu fyrst í áttatiárunum.

53 ára gamli Kavanaugh sigur, at hann er fegin um stuðulin frá Trump, forseta.

- Eg fari altíð at vera ein liðspælari, og eg fari at gera mítt ítasta at vera rættvísur í starvinum, sigur hann.

Senatið góðkendi leygarkvøldið Kavanaugh til starvið við teprum meiriluta. 50 atkvøður vóru fyri og 48 ímóti.

Níggju dómarar manna hægstarætt í USA, og hinir átta vóru eisini hjástaddir í Hvítu Húsunum í gjár.

Brett Kavanaugh verður mettur at verða konservativur, og hann er annar dómarin í hægstarætti, sum Donald Trump hevur tilnevnt.

Nú manna fimm konservativir og fýra demokratar hægstarætt í USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303