Beinleiðis til Amsterdam komandi summar

Beinleiðis til Amsterdam komandi summar
Atlantic Airways váttar nú, at ætlanin er at flúgva til Amsterdam næsta summar.
 
12.10.2018 - 09:18

Miðilin Check-In skrivar, at Atlantic Airways fer at flúgva til Amsterdam frá juni næsta ár.

Keldur hjá Miðlahúsinum høvdu hesi tíðindi mikudagin, men in.fo fekk tey ikki váttað.

Nú sigur Pætur Rasmussen hjá Atlantic Airways við Check-In.dk, at felagið arbeiðir við einari ætan um at flúgva til Amsterdam næsta summar, men tað veldst um Atlantic Airways fær loyvi til at seta seg har.  

Altjóða flogsamgongan IATA hevur fund í Madrid 13. til 16.november. 

Tá fæst at vita, um Atlantic Airways kann flúgva til Amsterdam Schiphol Airport.

Í summar boðaði Atlantic Airways frá samstarvi við Air France-KLM.

KLM er niðurlendska flogfelagið.

Tá segði Anita Wagner Feddersen, sum umboðar Air France-KLM í Danmark, við Check-In.dk, at tey vilja gera tað lættari hjá teimum, sum vilja flúgva til Føroya.

Og lættari verður tað, um Atlantic Airways fer at flúgva til Amsterdam.

Sum skilst ætlar Atlantic Airways at flúgva tríggjar ferðir um vikuna til Amsterdam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210