Seyður kann flytast úr smittuøkjum

Seyður kann flytast úr smittuøkjum
Ridluskriði forðar ikki fólki at flyta seyð úr fongdum oyggjum. Tó leggur Heilsufrøðiliga starvsstovan treytir á.
Sandavágsmenn á heystfjalli í Oyragjáarhaga í 2014. Bæði hagi og oyggj eru sloppin undan ridluskriða.
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
14.10.2018 - 13:27

Hóast Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva ymis undantaksloyvi, er tað í grundini ólógligt at flyta livandi seyð millum oyggjarnar í Føroyum.

Sostatt er heldur ikki loyvt at flyta seyð, sum sýnist sjúkur, ella at flyta eyðsýniliga frískan seyð úr einum øki, har smittandi sjúka er. Somuleiðis er bannað at flyta seyð úr hagaparti, har ridluskriði er, uttan ávísa treyt.

Tað, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir á, er, at ridluskriði enn er í Streymoynni, Eysturoynni og Fugloy. Treytirnar, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan leggur við, eru, at fólk kunnu bert flyta seyð úr hesum oyggjum, um seyðurin skal flettast á góðkendum sláturvirki. Til dømis sleppur ein bóndi í Fuglafirði í Eysturoynni at flyta seyð, sum skal flettast á Krási í Hósvík í Streymoynni. Loyvt er bert at flyta henda seyð uttan drál og beinleiðis til staðið.

Tað er framvegis loyvt at flyta livandi seyð ímillum ymis øki í Streymoynni, Eysturoynni og Fugoy, uttan úr sjálvum høgunum, har ridluskriði er staðfestur.

At fáa eitt kravt flutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni kostar 170 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444