Gera einki við sølu av ikkiverandi laksaloyvum

Gera einki við sølu av ikkiverandi laksaloyvum
Felagið Laksaskip forvinnur milliónir fyri at lova privatum felagsskapum ikki at fiska villlaks, hóast felagið einki slíkt loyvi hevur. 
 
17.10.2018 - 09:40

Fiskimálaráðið fer ikki at leggja seg útí, at felagið Laksaskip forvinnur milliónaupphædd fyri at lova privatum felagsskapum ikki at fiska villlaks, hóast felagið einki slíkt loyvi hevur. 

- Vit meta, at tað ikki er grundarlag fyri hjá ráðnum at leggja seg útí, hvat privatir partar gera og avtala, sigur ráðið.

Laksaloyvi útgingin

Tað vakti undran, tá tað fyrr í ár kom fram, at felagið Laksaskip hevði gjørt avtalu við tveir privatar felagsskapir - Atlantic Salmon Federation og North Atlantic Salmon Fund - um at fáa milliónaupphædd aftur fyri ikki at fiska villlaks.

Tí hóast líknandi avtalur, sambært felagnum Laksaskip, hava verið galdandi síðani 1991, so vórðu øll veiðiloyvi hjá landinum uppsøgd við 10 ára freist til á nýggjárinum seinast. Og eftirsum einki laksaloyvi er útskrivað undir nýggju skipanini, ja, so er einki laksaloyvi, hvørki at selja, at fiska ella ikki-fiska.

Ikkiverandi laksaloyvi selt fyri milliónaupphædd

Men kortini verður laksaloyvi selt fyri milliónaupphædd av felagnum Laksaskip.

Í summar segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum soleiðis um hendan serliga handilin hjá privata føroyska felagnum - tað var í útvarpinum tann 29. juni:

- Her eru eingi rættindi at selja. Eingin kann selja nakað, sum tú ikki eigur. 

Myndugleikarnir viðgjørdu málið

Útsøgnin hjá landsstýrismanninum við útvarpið fall í sambandi við, at hann hevði svarað fyrispurningi frá Edmundi Joensen, tingmanni.

Tann dagin hevði Høgni Hoydal ikki stórvegis fleiri viðmeringar til málið enn tær, hann longu hevði svarað skrivliga, men sum skiltist á landsstýrismanninum, so vóru myndugleikarnir ikki lidnir at viðgera, hvat víðari skuldi henda í málinum, og hvør myndugleiki í sofall átti málið.

Ráðið fer einki at gera

Tað er Fiskimálaráðið nú, altso liðugt at viðgera, hvat víðari skal henda í málinum um, at Laksaskip selir eina vøru, sum ikki er til, fyri eina milliónaupphædd. Ráðið fer einki at gera.

Fiskimálaráðið skrivar til útvarpið, at einki fiskiloyvi er latið at fiska laks í føroyskum sjógvi, og at hetta hava privatu handilspartarnir verið vitandi um í nógv ár eftirhondini. Men teir hava kortini avgjørt at halda fram við avtalu teirra, og sum seinast er endurnýggjað í ár.

Niðurstøðan hjá aðalráðnum um handilin er tí soljóðandi:

- Fiskimálaráðið metir, at tað undir hesum umstøðum ikki er grundarlag fyri hjá ráðnum at leggja seg útí, hvat privatir partar gera/hava avtalu um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095