Koyrdi eitur í pinkubarnamat

Koyrdi eitur í pinkubarnamat
Ein 54 ára gamal maður í Týsklandi er dømdur 12 ár og seks mánaðar fongsul fyri hava latið eitur í mat til pinkubørn.
 
24.10.2018 - 10:41

Fimm gløs við eitraðum pinkubarnamati vórðu sett á hillarnar í fleiri stórhandlum í týska býnum Ravenburg í fjør.

Í hvørjum glasi var eiturløgurin ethylenglycol, sum kann drepa eitt barn. Men byrgt varð fyri tí.

Maðurin, sum tá var 53 ára gamal, varð tikin í málinum, og hann er nú dømdur 12 ár og seks mánaðar fongsul fyri drápsroynd í fimm førum og fyri at hava roynt at kroysta pening úr fólki.

Tá maðurin hevði sett gløsini við eitraða matinum á hillina, setti hann seg í samband við leiðararnar í handlinum og kravdi at fáa nærum 12 milliónir evrur, ella umleið 87 milliónir krónur í okkara peningi. 

Maðurin játtaði seg sekan í peningakroysting, men hann hevur noktað seg sekan í ákæruni um drápsroynd. 

Maðurin sigur, at hann framdi gerðina, tí hann um tað mundið var sera vátligur og tók nógvan heiligvág fyri pínu.

Áðrenn rættarmálið byrjaði, varð maðurin kannaður, men kanningin staðfesti ikki, at hann hevur persónleikaólag.

Maðurin hevur eina viku at taka støðu til, um dómurin skal skjótast ikki fyri hægri rætt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358