Uppskotið leggjast fram aftur

bannari
Uppskotið leggjast fram aftur
Andstøðuflokkarnir siga, at teir fara at krevja uppskotið lagt fram aftur, um Framsókn tekur tað aftur.
 
26.10.2018 - 10:51

Tekur Framsókn nógv umrødda uppskotið um kvotaskipanina aftur, verður tað lagt aftur á tingborð.

Andstøðuflokkarnir siga, at teir fara at krevja uppskotið lagt fram aftur, um Framsókn tekur tað aftur. 

- Taka tey uppskotið aftur, so leggja vit tað fram aftur, sigur Jørgen Niclasen og leggur afturat, at andstøðuflokkarnir hava gjørt uppskot, sum verður lagt fram, um at varðveita fiskidagar. 

- Vit halda ikki, tað er gott nokk, at bara útseta skiftið í eitt ár. Vit halda, at fiskidagaskipanin framhaldandi skal vera galdandi, sigur formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. 

Bill Justinussen, tinglimur fyri Miðflokkin, sigur, at væntandi leggur onkur í andstøðuni fram aftur, tí tað eru nógv í andstøðuni, sum eru samd um, at tað ikki skal farast undir eina kvotuskipan longu 1. januar.

Andstøðan arbeiðir eisini sjálv við einum uppskoti um at sleppa kvotaskipanini.

- Andstøðan arbeiðir við einum máli, sum líkist tí, sum Framsókn hevur lagt fram, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Hoyr teir fýra andstøðutinglimirnir úttala seg í ljóðbrotinum omanfyri.

Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn næsta fríggjadag, og tá er bert framløga á skránni. Løgtingsskrivstovan skal hava uppskot, sum skulu viðgerast í hesum árinum, í seinasta lagi á midnátt í kvøld.

Í næstu viku verður fundur í Norðurlandaráðnum. Hann verður í Oslo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659