Vatnflóð í Venesia

Vatnflóð í Venesia
Í býnum Venesia í Italia er flóðin høg í løtuni - seinastu tíggju árini hevur flóðin ikki verið hægri, enn hon var í gjár.
Mynd: Manuel Silvestri/Reuters  
 
30.10.2018 - 08:21

Vatnflóð er í trimum fjórðingum av Venesia.

Nógvur vindur er orsøkin til ógvusligu flóðina, sum er 156 sentimetrar. 

Tá nógvur vindur er, er tað ikki óvanligt, at vatnflóð er, men tað tað er als ikki gerandiskostur, at flóðin er so høg.

Tíðindastovan AP sigur, at tað bert er hent fimm ferðir áður, at flóðin hevur verið hægri enn 150 sentimetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF