Kynslig brotsverk gerandiskostur í Norðurkorea

Kynslig brotsverk gerandiskostur í Norðurkorea
Ein nýggj frágreiðing, sum mannrættindafelagsskapurin Human Rights Watch hevur gjørt, vísir, at embætismenn fremja kynslig brotsverk hvønn dag.
 
01.11.2018 - 11:10

Kynslig brotsverk eru vorðin gerandiskostur í Norðurkorea. Tað vísir nýggj frágreiðing, sum mannrættindafelagsskapurin Human Rights Watch hevur gjørt.

Sambært frágreiðingini fremja embætismenn í Norðurkorea kynslig brotsverk hvønn dag - hesir krevja kynslig samveru sum mutur. Sama er galdandi fyri løgreglufólk og fangavørar, stendur at lesa í frágreiðingini.

Í frágreiðingini verður eisini ávarað um, at brot á mannarættindini í Norðurkorea verða gloymd í stríðnum um at bøta um viðurskiftini millum altjóða samfelagið og Norðurkorea.

Amerikanska deildin hjá Human Watch Rights hevur havt samrøður við meiri enn 60 norðurkoreanar, sum eru rýmdir úr landinum. Sambært teimum eru kynsligur harðskapur og óynskt kynslig samvera so vanligt, sum tað verður sagt, at tað bara er partur av gerandisdegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473