Sama svar: staturin noyðist at brúka ES-reglur

Sama svar: staturin noyðist at brúka ES-reglur
Politistøðin í Havn varð boðin út eftir ES-reglum. Tí sleppur danski staturin ikki undan, siga ráðharrar
Nýggja politistøðin í Havn verður í fyrsta lagi liðug á sumri 2020.
 
02.11.2018 - 07:08

Danski staturin noyðist at brúka ES-reglur, tá hann bjóðar út bygging, sum kostar meira enn ES ásetur.

Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharri, hevur givið Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, á leið sama svar, sum hin føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge, fekk frá Ole Birk Olesen, sum er ráðharri í samferðslu og bygging, um politistøðina við Húsagøtu í Havn.

Danska byggifelagið Ommen og Møller fekk arbeiðið at gera politistøðina í gamla bankabygninginum í Havn. 

Arbeiðið kostar nú 138 milliónir krónur. 

Rasmus Jarlov sigur, at øll bygging, sum kostar meira enn 41,3 mió. kr. í 2018 og 2019, skal bjóðast út eftir ES-reglum.

Endurskoðar markið annað hvørt ár

ES endurskoðar markið annað hvørt ár. Markið í løtuni fyri vørur og tænastur er góð ein millión.

Ráðharrin sigur, at undantak kann gerast, um einki tilboð kemur.

Tá ber til at samráðast við veitarar í Føroyum. Men treytin er tó, at upprunaliga útbjóðingartilfarið ikki verður broytt grundleggjandi.

Tvey tilboð komu upp á arbeiðið at gera gamla bankabygningin í Havn til politistøð.

Fýra byggifeløg vórðu undangóðkend, men bara tvey komu við tilboði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299