Semingsroynd fyrrapartin

bannari
Semingsroynd fyrrapartin
Klokkan 10 fer Semingsstovnurin á fund við Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildina.
 
05.11.2018 - 08:44

Klokkan 10 fer Semingsstovnurin aftur á fund við Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Partarnir hittust fríggjadagin, men hava ikki fundast um vikuskiftið.

Sjey samráðingarfundir vóru millum Lønardeildina og Føroya Skipara og Navigatørfelag um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna. Men partarnir gjørdust ikki samdir, og tí bóðu teir Semingsstovnin koma uppí.

Semingsstovnurin roynir eisini at fáa semju í lag millum Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina, men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í morgun, at har er onki at frætta, annað enn at gongd er á málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040