Ósemja um ognina hjá gamla Barnaheiminum

Ósemja um ognina hjá gamla Barnaheiminum
Landsstýrið vil,, at ognin verður brúkt sum stovnsfæ í nýggja barnaheiminum. Sjálvsognarstovnurin vil leiga ognina í Havn fyrst
Barnaheimið í Havn.
 
07.11.2018 - 08:02

Semja er ikki um ognirnar hjá sjálvsognarstovninum Føroya barnaheim, nú landið ætlar at byggja eitt barnaheim í Havn.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum heldur vera umráðandi, at landsstýrið fær avgreitt øll formlig og fíggjarlig viðurskifti við sjálvsognarstovnin, áðrenn farið verður at byggja nýtt barnaheim.

Samstundis skal landsstýrið skipa fyri, at ognin hjá verandi barnaheimi fer upp í verkætlanina at bygga nýtt barnaheim sum stovnsfæ.

Men semja er ikki enn millum Almannamálaráðið og sjálvsognarstovnin um ognirnar hjá Barnaheiminum. 

Stýrið fyri sjálvsognarstovnin góðtekur ikki, at ognirnar verða latnar landinum uttan samsýning.

Millumloysn

Samráðingar eru nú um eina millumloysn.

Stýrið hevur boðað frá, at tað vil samráðast um, hvussu og í hvussu stóran mun stýrið kann vera við til at fíggja nýtt barnaheimin.

Men treytin er, at stýrið fyrst fær ein leigusáttmála við Almannamálaráðið ella Almannaverkið um bygningin hjá Barnaheiminum og økið við Pedda við Steinsgøtu í Havn.

Tað merkir, at landið rindar húsaleiga, so grundarlag er fyri at fara undir mest átrokandi viðlíkahaldið og annars vanligt viðlíkahald.

Tá hesi viðurskifti eru komin í rættlag, er stýrið sinnað at venda aftur til málið um at vera við til at til fíggja nýtt barnaheim, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Almannamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974