Norðmenn eiga nú stóran part av Tavuni

Norðmenn eiga nú stóran part av Tavuni
Eitt norskt felag hevur keypt 20 prosent av partapeninginum í Tavuni í Leirvík.
 
13.11.2018 - 13:53

Eitt norskt felag hevur keypt 20 prosent av partapeninginum í Tavuni í Leirvík, og hevur fingið ein lim í nevndina, skrivar Sosialurin.

Norska felagið keypir ein stóran part av vøruni, sum Tavan ger, og norðmenn hava leingi viljað sloppið upp í Tavuna, sigur Ingvar Joensen, stjóri.

Tavan selur millum helvtina og tveir triðingar av framleiðsluni til norska felagið, sum er partur av Salmar-samtakinum.

Tavan virkar fyrst og fremst gulllaksafars.

Ingvar Joensen sigur við Sosialin, at nú norska fyritøkan hevur keypt part av Tavuni, eru marknaðarviðurskiftini tryggari, og keypið kann eisini hava við sær, at Tavan fer at virka onnur fiskasløg.

Áðrenn norðmenn keyptu seg inn í Tavuna, áttu Jógvan Elias Joensen, Ingvar Joensen, Joen Magnus Rasmussen og Norðoya Íløgufelag allan partapeningin í felagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037