Ógreitt ábyrgdarbýti við Glasir

bannari
Ógreitt ábyrgdarbýti við Glasir
Løgtingsgrannskoðararnir hava í ársfrágreiðingini víst á fleiri viðurskifti á Glasi, sum ikki hava verið nøktandi.
 
13.11.2018 - 13:56

- Tað riggar illa við fleiri ábyrgdarhavarum.

Soleiðis skrivar landsgrannskoðarin í skrivi til løgtingið um Glasir, verkætlanina við skúladeplinum í Marknagili í sambandi við ársfrágreiðing sína.

Landsgrannskoðanin lat Løgtinginum ársfrágreiðingina í september í ár.

Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á fleiri viðurskifti, sum ikki hava verið nøktandi. M.a. at samskiftið millum tey, sum varða av Skúladeplinum, hevur ikki verið nøktandi, og tað hevur riggað illa við fleiri ábyrgdarhavarum. 

Í frágreiðingini skrivar landsgrannskoðarin, at ein generellur trupulleiki fyri byggiverkætlanir er, at tær verða dýrari enn ætlað. 

Í uppskoti til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2016 vístu løgtingsgrannskoðararnir eisini á, at tað hevði riggað illa við fleiri ábyrgdarhavarum, og at talan var um eitt fløkt ábyrgdarbýti, sum hevði við sær iva um, hvør veruliga hevði ábyrgd av hvørjum. 

- Kommandolinjan hevði ikki verið nøktandi og hevði í besta føri havt við sær veikleikar, stendur í frágreiðingini.

Kjakið eftir Dag og Viku í kvøld verður um Glasir og fløkta ábyrgdarbýtið av verkætlanini. 

Gestir í sjónvarpsstovuni vera Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846