Sam seinkaður eina viku

Sam seinkaður eina viku
Fer ikki í sigling fyrr enn leygardagin 24. november
 
16.11.2018 - 07:37

Tað dregur út at umvæla Sam, sum stendur á sleipistøð í Havn, og hann fer tí ikki sigling aftur fyrr enn leygarmorgunin 24. november. 

Ætlanin var, at hann skuldi fara í sigling aftur nú, men av tí at eykalutirnir, sum tørvur er á, mugu serframleiðast, verður Sam ikki liðugt umvældur fyrr enn um eina viku.

Hann fer so aftur í sigling á Kalsoyarleiðini leygarmorgunin 24. november, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

Jósup røkir siglingina, til Sam verður tøkur aftur.

Ternan ger farmatúr í Kalsoynna í dag, mánadagin 19. november og fríggjadagin 23. november, og tá røkir Jósup Nólsoyarleiðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339