SAS minkar um veturin, veksur um summarið

SAS minkar um veturin, veksur um summarið
Tvær ferðir til Føroya tveir dagar um vikuna næsta summar. Fýra ferðir um vikuna í vetur
SAS flýgur oftari, tá ferðafólkini eru nógv.
 
20.11.2018 - 07:41

Næsta summar fer SAS at flúgva níggju ferðir um vikuna til Føroya ávísar dagar í vikunum 27 til 32, skrivar miðilin Check-In.

Vika 27 byrjar 1. juli, og vika 32 endar 11. august.

Hesar vikurnar verður flogið tvær ferðir mánadagar og hósdagar.

Flogið verður tá eisini um kvøldið. 

Men um veturin, tá færri ferðafólk eru enn um summarið, hevur SAS nú fækkað ferðirnar niður í fýra um vikuna.

Seinasta vetur vóru fimm ferðir um vikuna.

SAS byrjaði at flúgva til Føroya í mars í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891