Meirilutin á ikki fingið mál í skránna enn

Meirilutin á ikki fingið mál í skránna enn
Borgarstjórin heldur fast uppá, at hann kann eisini vera løgtingsmaður. Meirilutin í býráðnum heldur nakað annað
Regluligur býráðsfundur verður á Tvøroyri 3.desember. Ikki er avgjørt, nær útsetti býráðsfundurin 5.november verður, um hann verður yvirhøvur.
 
23.11.2018 - 07:03

Býráðsfundurin á Tvøroyri, sum varð útsettur 5.november, er ikki ásettur enn.

Tað einasta, sum er greitt í løtuni, er, at regluligur býráðsfundur verður 3.desember.

Men seinna viðgerðin av fíggjarætlanini fyri 2019 hevur ikki verið enn.

Fíggjarætlanirnar hjá kommununum skulu vera í Fíggjarmálaráðnum í seinasta lagi 1.desember.

Nýggi meirilutin í býráðnum á Tvøroyri hevur ikki enn fingið í skránna fyri býráðsfund, at borgarstjórin, Kristin Michelsen, ikki bæði er borgarstjóri og løgtingslimur.

Kommunuala eftirlitið hevur biðið borgarstjóran um at seta málið á skrá á næsta býráðsfundi. 

Borgarstjóri og løgtingsmaður

Tvøroyrar býráð hevur annars samtykt, at Kristin Michelsen bæði kann vera borgarstjóri og løgtingslimur.

Men eftir, at minnilutin gjørdist meirilutin, hevur hann biðið um at fingið málið til nýggja viðgerð, men tað hevur meirilutin higartil ikki fingið.

Og óvist er, um tey fáa tað.

Kristin Michelsen sigur, at hann ætlar sær framvegis at vera borgarstjóri og løgtingslimur.

Og hann fæst ikki at siga, um málið yvirhøvur verður sett á skrá, ella nær, tað verður.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938