Fáa loyvi at hava opið um kvøldið og sunnudagar

Fáa loyvi at hava opið um kvøldið og sunnudagar
Broytingar á veg í afturlatingarlógini, eru sendar til hoyringar
Loyvt skal verða at hava opið um kvøldið og sunnudag, uttan mun til stødd.
 
28.11.2018 - 07:47

Nú er ætlanin, at allir handlar, sum selja garandisvørur, uttan mun til støddina, kunnu hava opið til klokkan 11.00 um kvøldið og sunnudagar.

Ein lógarbroyting um hetta er á veg.

Í galdandi lóg er markið 250 fermetrar. Handlar, sum eru størri enn 250 fermetrar, hava ikki loyvi til at hava opið um kvøldið og sunnudagar.

Hetta markið ætlar Vinnumálaráðið at strika, so allir handlar, sum selja gerandisvørur, kunnu hava opið um kvøldið og sunnudagar.

Og nú verður ásett við lóg, at handlar kunnu hava opið hvønn sunnudag millum kl.14.00 og 23.00 í desember.

Eisini sunnudagar

Sambært lógini er bara loyvt at hava opið seinasta sunnudag fyri jól.

Men siðvenjan er, at opið er hvønn sunnudag í desember. Siðvenjan verður nú ásett við lóg, sigur Vinnumálaráðið.  

Og navnið á lógini, sum er afturlatingarlógin, er eisini siðvenja, sum nú verður løgskipað.

Vinnumálaráðið hevur sent broytingarnar til hoyringar. Freistin er til 18.desember.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974