SEV: Streymprísurin skal hækka

SEV: Streymprísurin skal hækka
Nevndin í SEV skjýtur upp at el-prísurin hækkar 10 oyru kilowatttíman næsta ár
10 oyru afturat. SEV vil hava el-prísin settan upp við 10 oyrum kilowatttíman
Mynd: savnsmynd  
 
30.11.2018 - 07:59

Nevndin í SEV fer at skjóta upp fyri eykaaðalfundinum í dag, at el-prísurin hækkar 10 oyru kilowatttíman í 2019.

SEV hevur fingið góðkenning frá elveitingareftirlitinum at hækka prísin, upplýsir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

Orsøkin til príshækkingina er stóra útbyggingin hjá SEV, samstundis sum eftirspurningurin eftir streymi er nógv vaksin.

Hjá einum vanligum húsarhaldi, sum brúkar einar 6.000 kilowatttímar um árið, hækkar streymprísurin 80 krónur um mánaðin. 

SEV-prísurin er lækkaður tilsamans 10 oyru seinastu tvey árini, men nú skjýtur nevndin upp at hækka hann 10 oyru næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775