Tekur Løgtingsins umboðsmann fyri fult

Tekur Løgtingsins umboðsmann fyri fult
Landsstýrið sigur seg taka allar viðmerkingar hjá Løgtingsins umboðsmanni í størsta álvara 
Landspolitikarar siga seg taka Løgtingsins umboðsmann í størsta álvara.
 
30.11.2018 - 07:27

Landsstýrið sigur seg taka allar viðmerkingar hjá Løgtingsins umboðsmanni í størsta álvara. 

Er brúk fyri tí verða lógir, kunngerðir og mannagongdir broyttar, so tær fylgja viðmerkingunum frá Løgtingsins umboðsmanni. 

Tað fekk Rættarnevndin hjá løgtinginum at vita, tá hon viðgjørdi ársfrágreiðingarnar frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árini 2016 og 2017.

Rættarnevndin heldur, at viðgerðin í nevndini og í løgtinginum yvirhøvur eigur at vera á einum yvirskipaðum stigi.

Løgtingið eigur at ansa eftir ikki at viðgera einstøk ítøkilig mál, sum Løgtingsins umboðsmaður hevur fingist við. 

Annars órógvar løgtingið og sáar iva um mannagongdir og avgerðir hjá umboðsmanninum, sigur Rættarnevndin, sum einmælt mælir til at góðtaka ársfrágreiðingarnar hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 og 2017.

Á tingfundinum í gjár komu 14 álit frá fýra tingnevndum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619