Alsamt fleiri børn í Norra senda nakinmyndir

Alsamt fleiri børn í Norra senda nakinmyndir
Fleiri og fleiri norsk børn undir tíggju ár senda nakinmyndir hvørt til annað.
 
03.12.2018 - 12:56

- Foreldur eru góðtrúgvin um tað, sum børnini gera á netinum, sigur Hege Skar, sum er politiovasti í Vestfold nærhendis Oslo við norska kringvarpið.

- Børnini eru meira á Snapchat, Youtube og Skype tá ið tey eru um níggju ára gomul, og tá síggja vit fleiri dømi um, at tey taka nakinmyndir av sær og senda til hvønn annan, sigur Hege Skar. Hon er leiðari fyri deildina fyri kynslig brotsverk í Vestfold.

Dømi eru um upptøkur av børnum heilt niður í sjey ár.

Politiið tekur ofta mál upp, har vaksin hava lokkað ella hótt børn at senda sær myndir. Men nú er tað blivið meira vanligt, at børn tilvitað senda nakinmyndir.

Hege Skar hevur eygleitt gongdina í eitt longri tíðarskeið og verður í dag ikki longur bilsin av at síggja mál um børn, sum senda tílíkar myndir.

- Foreldrini eru enn ov góðtrúgvin um tað, sum netið og snildfonirnar verða brúktar til, sigur hon.

Og tað er ein avbjóðing at greiða børnunum frá, hví tey skulu lata vera.

Meðan fjórða og fimtafloksnæmingar hava lættari við at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum, so ger hetta seg ikki galdandi fyri yngstu netbrúkararnar.

- Tá ið børnini eru seks ella sjey ár, mugu vit gera okkum nógv betri ómak at greiða teimum frá, sigur leiðari í áhugafelagskapinum Barnevakten, Leif Gunnar Vik, við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762