Tveir nevndarlimir skiftir í almennum partafelagi

Tveir nevndarlimir skiftir í almennum partafelagi
Nevndin í P/f Sandoyar- og Eysturoyartunlum hevur fingið tvey nýggj fólk, Una Danielsen og Matheu Elisebeth Hilduberg
Mathea Hilduberg er komin í nevndina hjá P/f Sandoyar- og Eysturoyartunlum
Mynd: Landsbanki Føroya  
 
05.12.2018 - 11:33

Nevndin í P/f Sandoyar- og Eysturoyartunlum hevur fingið tvey nýggj fólk, Una Danielsen og Matheu Elisebeth Hilduberg.

Tey eru komin í staðin fyri Evy J. Jacobsen og Ewald Kjølbro.

Samferðslumálaráðið, sum eigur partafelagið, gjørdi eina innstilling til eykaaðalfundin.

Evy J. Jacobsen er fyribils forstjóri í Betri samtakinum, og samtakið kravdi, at hon segði frá sær nevndarsessin.

Ewald Kjølbro er stjóri í Landsverki, og Landsverk hevur eftirlit við arbeiðinum hjá P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Samferðslumálaráðið heldur ikki, at sami maður, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, er í nevndini hjá felagnum, sum hann hevur eftirlit við.

Upprunaliga valdi Fíggjarmálaráðið Ewald Kjølbro í nevndina hjá tunlafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804