- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avhoyringarnar av forstjóranum lidnar
Drúgva Eik-málið, sum byrjaði í 2012 við stevning av fyrrverandi leiðsluni í Eik, Fritleif Olsen, Odd Bjellvåg, Marner Jacobsen og Bjarna Olsen, kom eitt fet nærri endanum í gjár.
Gamalt mál
Eftir fleiri ár við fyrireikandi rættarfundum og framløgum var avhoyringin av fyrrverandi forstjóranum, Marneri Jacobsen, liðug í gjár eftir tríggjar dagar við spurningum bæði frá hansara egna sakførara og sakføraranum hjá mótpartinum.
Málið er umfatandi og torskilt, og fleiri viðurskifti gera tað óvanliga tungt at viðgera. Eitt nú merkir langa tíðin, sum er fráliðin, at Marner Jacobsen skal svara uppá, hvat hann hevur vitað, hugsað og kunnað nevndina um fyri upp til 14 árum síðani. Og ofta er svarið - tað minnist eg ikki.
Drúgt og tungt mál
Málið er rúgvismikið og fevnir um stevningina, sum er yvir 500 síður og 80.000 síður við fylgiskjølum av teldupostum, kanningum og so framvegis.
Hetta lættir ikki um uppgávuna hjá pørtunum, sum eisini mugu vísa til føroyskar fundarfrágreiðingar og danskar umsetingar í einum - nakað sum fleiri ferðir elvir til kjak um, hvussu frágreiðingarnar skulu skiljast.
Tætt knýtt at danska Eik-málinum
Málið móti føroyska Eik banka er tætt knýtt at málinum, sum Fíggjarligt Støðufesti førdi ímóti danska Eik í Landsrættinum, har dómur fall í oktober.
Har var Eik-leiðslan fríkend í øllum uttan einum viðurskifti, og tí at Fíggjarligt Støðufesti einans hevur kært ein part av landsrættardóminum, er ein partur av stevningini móti føroyska bankanum eisini skerd í mun til upprunaligu stevningina.
Eitt nú er uppáhaldið um generella ábyrgd og allar ákærur móti uttanhýsis grannskoðarum slept.
Fíggjarligt Støðufesti vildi hava ábyrgdina staðfesta
Generella ábyrgdin, sum Fíggjarligt Støðufesti vildi hava staðfest, men sum tey nú hava slept, var uppáhaldið um, at bankin var so illa rikin, at leiðslan eigur at dømast at gjalda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti, sum sambært Bankapakka 1 skuldi yvirtaka bankan og yvirtaka allar skyldur hjá bankanum, um hann ikki var solventur.
Eftir at hesin parturin er sleptur, er eftir hjá stevnaranum at fáa staðfest ábyrgd fyri skilaleysa leiðslu í 5 ítøkiligum engagementum.
Hesi eru:
- Valbjørn Dalsgarð og bústaðarbyggingin undir Kongavarða
- IRE, sum er eitt mál um eitt lán til eitt týkst felag
- FDI, sum er eitt mál um, at Eik Grunnurin keypti lánini hjá danska EBH Bank og síðani seldi tey til Eik banka
- Um Sydporten, sum var eitt samstarv við Vagn Andersen, sum føroyski bankin deildi við danska Eik
- og um RGW - RØMØ Golf og Wellnesscenter, sum eisini var eitt samstarv, sum bankin deildi við danska bankan.
Ymsar lýsingar av støðuni
Fíggjarligt Støðufesti hevur við avhoyringini millum annað roynt at vísa á, at viðgerin av tilmælum um fígging - ella kredittinstillingarnar - í hesum báðum málum vórðu tiknar beinleiðis frá danska Eik, har Marner Jacobsen eisini var nevndarformaður, og at tey ikki fingu vanliga viðgerð eftir tí leistinum, sum fíggjardeildin í føroyska Eik vanliga stóð fyri. Harafturat gekk tað so skjótt, at nevndin ikki hevði møguleika fyri at viðera kredittinstillingarnar ordiligt.
Marner Jacobsen hevur hinvegin roynt at vísa á, at peningurin, sum bankin hevði úti, tá hann var avviklaður í 2010, helst ikki var mistur, um bankin slapp at halda fram.
Hann kennir ikki lýsingina av bankanum aftur í stevningini hjá Fíggjarligum Støðufesti, sum hann heldur vreingir sannleikan um, hvussu bankin varð rikin.
Fíggjarlitið broytti brádliga hugsan
Harafturat broytti danska Fíggjareftirlitið brádliga hugburð mótvegis bankanum í september í 2010, tá eftirlitið brádliga tvífaldaði niðurskrivingarnar í mun til fáar vikur frammanundan og ikki gav bankanum nóg nógva tíð til at skaffa tann pening, sum tørvur var á.
Tann, sum hevði ábyrgd av hesum, var Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóri í Føroya Banka, sigur Marner Jacobsen. Hann hevði teskað í oyra á Fíggjareftirlitið, at okkurt var galið í Eik, sigur fyrrverandi forstjórin.
Astrup mangan nevndur
Navnið á Astrup kemur somuleiðis upp í samband við engagementið, sum var yvirtikið frá EBH Bank, sum fór av knóranum í 2008. EBH Bank varð avviklaður av Fíggjarligum Støðufesti.
Sambært sakføraranum hjá fyrrverandi forstjóranum var tað Jørn Astrup Hansen, sum ásetti prísin fyri lánini - 13 milliónir krónur, sum Eik bankin endaði við at keypa.
Hetta er heldur margháttligt, tá sama felag nú stevnir bankanum fyri at keypa lánini fyri hesa upphædd, sigur sakførarin hjá Marneri Jacobsen, Søren Lundsgaard.