Nik & Jay á Voxbotn

Nik & Jay á Voxbotn
Ein av kendastu donsku bólkunum kemur til Føroya næsta summar at spæla á Voxbotn.
 
13.12.2018 - 09:28

Fyrireikarar av Voxbotni hava júst kunngjørt, at kendi, danski popp og hiphop-bólkurin Nik & Jay fer at framføra á Voxbotn næsta summar. 

Í gott og væl 16 ár hava teir verið virknir. Tað var í 2002, at bólkurin gav út staklagið "Nik & Jay", sum var fyrsta staklagið hjá bólkinum.

Sama árið kom staklagið "Hot", sum skjótt gjørdist nummar eitt á norðurlendsku hittlistunum. Síðani tá hava teir givið út eitt hittlag og annað eftir. 

Seinasta fløga teirra "Linje H" varð givin út í 2017.

Teir hava havt ymsar framførslur í Føroyum fyrr, millum annað upptraðkaðu teir á Summarfestivalinum í 2009. Bólkurin var eisini høvuðsnavn á Voxbotni í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040