Eingin ovasta leiðsla í Kringvarpinum í løtuni

Eingin ovasta leiðsla í Kringvarpinum í løtuni
Hóast Mentamálaráðið hevur vitað í nøkur ár, at kringsvarpsstýrið gavst 31.desember 2018, er eingin fráboðan komin haðani um nýtt stýri  
Rúni Heinesen var formaður í kringvarpstýrinum, sum gavst nýggjársaftan.
 
03.01.2019 - 07:52

Hóast Mentamálaráðið hevur vitað í nøkur ár, at kringsvarpsstýrið gavst 31.desember 2018, er eingin fráboðan komin haðani um nýtt stýri.  

Stýrið er annars, sambært lógini um kringvarp, ovasta leiðslan í Kringvarpinum.

Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi Kringvarpsins verða fylgdar. 

Stýrið skal eisini góðkenna og hava eftirlit við Kringvarpsins rakstrarætlan og roknskapi.

Sjey fólk í stýrinum

Og Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýrisfólkið góðkennir.

Sjey fólk manna Kringvarpsstýrið, sum er valt fyri fýra ár.

Politisku flokkarnir í løgtinginum mæla til átta fólk. Millum hesi tilnevnir landsstýrisfólkið fýra stýrislimir.

Landsstýrisfólkið tilnevnir eftir egnari avgerð tveir stýrislimir.

Og starvsfólkið í Kringvarpinum tilnevnir ein stýrislim.   

Landsstýrisfólkið í mentamálum avger, hvør er formaður ella forkvinna og næstformaður ella næstforkvinna í kringvarpsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392